Innanlands

Smuglaði hassj til Føroya

Ein maður varð tikin á flogvøllinum í gjárkvøldið við hassji innvortis

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-08 07:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tíggju tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá tollvaldinum á flogvøllinum um, at illgruni var um, at ein maður, sum var komin til landið hevði rúsevni uppi á sær, innvortis.

Og hundarnir hjá tollvaldinum høvdu rætt. Maðurin, sum er dani, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið og alt varð fingið úr honum. Hann verður skuldsettur fyri at royna at innflyta rúsevni.

Á løgreglustøðini í morgun fáa tey ikki sagt júst hvussu nógv viðkomandi hevði uppi á sær, men tað verður mett at vera meira enn til egið brúk.

Maðurin er framvegis í varðhaldi meðan málið verður kannað víðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder