Innanlands

Knústu allar rútarnar á gravmaskinum

Herverk er um páskirnar framt í grótbrotinum á Glyvursnesi. Løgreglan hevur ongar ábendingar um, hvør hevur gjørt tað

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2026-04-08 08:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá fólk komu út í grótbrotið á Glyvursnesi í gjár eftir páskafrítíðina løgdu tey merki til, at allir rútarnir vóru knústir á tveimum gravmaskinum, sum stóðu har.

Málið varð meldað til løgregluna, og tað verður kannað nærri. Tað verðir kortini trupult, tí ongar ábendingar eru um, hvør hevur gjørt herverkið, og tað kann vera framt innan síðstu vikuna ella so.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder