Innanlands

Jenis av Rana setur løgtingið mánadagin

Á sama fundi skal løgtingsformaður og tríggir næstformenn veljast

Jenis av Rana er elsta fólk á tingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana er elsta fólk á tingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-08 09:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið verður sett mánadagin 13. apríl klokkan 10 og tá verður tað elsti persónur á tingi, sum setur tingið. Tað merkir, at Jenis av Rana, sum er 73 ár, skal seta Løgtingið.

Tað er ásett í § 2 í Tingskipanini, at elsta fólk á tingi í aldri, aldursforfólkið, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á fimm av teimum valdu at kanna valbrøvini.

Síðani skulu fimm av teimum valdu kann valbrøvini. Tá valbrøvini eru góðkend, eru tey valdu formliga løgtingsfólk og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum Stýrisskipanarlógin veitir teimum.

Aldursforfólkið krevur síðani av hvørjum løgtingsfólki, at tey við trú og heiður skriva undir váttan, hvørji álitsstørv, sum nevnd eru í Stýrisskipanarlógini § 8, tey hava, og at tey játta at leggja hesi álitsstørv frá sær.

Aldursforfólkið lýsir síðani Løgtingið at vera sett.

Á sama fundi velur Løgtingið løgtingsformann og tríggjar næstformenn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder