Uttanlands

Iran og Ísrael ósamd um Libanon

Í Iran er fatanin, at vápnahvíldin er galdandi fyri Ísrael og krígsførslu landsins í Libanon og móti Hizbollah - men í Ísrael

Tað er fyribils friður í Teheran - men fráboðanir eru framvegis um ófrið í Libanon

Tað er fyribils friður í Teheran - men fráboðanir eru framvegis um ófrið í Libanon

2026-04-08 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Loftrúm í londum í Miðeystri, millum annað yvir Irak, eru latin upp aftur,  Hormuzstrætið skal lata uppaftur fyri tryggari ferðslu, og USA støðgar, fyribils, sínum álopum í Miðeystri.

Men ymiskar óvissur eru framvegis í økinum eftir vápnahvíldina, sum USA og Iran tíðliga í nátt samdust um. 

Sí eisini: Vápnahvíld í tvær vikur

Serliga eru tær viðvíkjandi Libanon. Ísrael hevur kríggjast við Hezbollah í sunnara parti av Libanon í eina tíð - partarnir hava verið í kríggi síðani oktober 2023. Víðgongdi islamistiski bólkurin hevur nógv vald í Libanon.

Fráboðanir hava verið um álop aftur í nátt, og ósemja er um, hvørt Ísrael er partur av friðaravtaluni ella.

Tað halda myndugleikar í millum annað Iran, men tað heldur herurin hjá Ísrael hinvegin ikki. Altjóða viðmerkjarar meta, at hetta kann vera ein knútur í krígnum.

Vápnhvíldin byggir á tíggju punkt, sum Iran hevur sett fram. Hon er galdandi fyri tvær vikur í fyrstu syftu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder