Mentan

Lassi av Sandi til HM í kokkakynstri

Verandi evropameistarin skal í komandi viku kappast um heimsmeistaraskapin móti 10 øðrum ungum kokkum

2026-04-08 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein stór avbjóðing bíðar unga gávuríka kokkalærlinginum, Lassa Havsteinsson Klein heiman av Sandi.

Í oktober í fjør vann hann evropameistaraskapin í London í kappingini fyri evnaríkar kokklærlingarar undir 25 ár. Jeunes Talents Escoffier kallast kappingin.

Nú stendur heimsmeistaraskapurin fyri durum. Tann kappingin verður í Paris 16. apríl, tá 11 kokkar úr 10 ymiskum londum fara at kappast. Og Lassi verður ein teirra.

Lassi er 22 ára gamal og ættaður av Sandi. Hann er giftur við Margrethu av Argjum. Tey eiga tvey ára gamla sonin Eiler. Lassi er kokkalærlingur á Søllerød Kro í Danmark. Hann verður útlærdur seinast í apríl mánaði.

Brian Mark Hansen er hansara venjari í kappingini. Brian hevur verið høvuðskokkur á Søllerød Kro í 12 ár, og hann vann Bocuse d'Or í 2022, sum er heimsmeistarakapping í kokkalist.

Spennandi verður at frætta hvussu tað fer at gangast í Paris. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder