Ferðavinnan styrkti sína støðu sum triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum í 2025. Hetta staðfestir Visit Faroe Islands í ársfrágreiðing síni fyri 2025.
Fyribilstøl frá Hagstovu Føroya vísa, at útlendsk ferðafólk góvu góðar 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði í 2025, samanborið við 1,3 milliardir í 2024, tá ferðavinnan stóð fyri 7,6 prossentum av samlaða føroyska útflutninginum (2025 tølini fyri samlaða útflutningin eru ikki tøk enn).
Talið av ferðafólkum hevur staðið í stað seinastu trý árini, við umleið 130.000 ferðafólkum árliga. Hóast tað, vaks umsetningurin við útvið 100 milliónum krónum í 2025, samanborið við árið fyri, orsakað av fleiri loftvegis gestum, ið hava hægri nýtslu og sum heild steðga longri, enn tey ið koma sjóvegis. Í 2025 komu umleið 70.000 loftvegis og 60.000 komu sjóvegis, samanborið vð 65.000 í báðum førum árið fyri.
- Eg fegnist um, at vit miðvíst fáa hægri úrtøku frá hvørjum ferðafólki. Tað at vit hava fingið nógv fleiri ferðavinnutilboð seinnu árini ger, at ferðafólkini steðga longri og sostatt leggja enn meiri eftir sær enn áður, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
Hagstovan hevur á fyrsta sinni eisini savnað tøl inn fyri stutttíðarleigu (airbnb, booking vm.), og visa tey tølini á eina sølu á 160 milliónir kr´nur, deildar út á 1.200 útleigaðar eindir kring alt landið.
Sí ársfrágreiðingina hjá Visit Faroe Islands her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald