Innanlands

Beinir Johannesen verður Føroya yngsti løgmaður

Fólkafloksformaðurin hevur júst váttað, at hann tekur við embætinum. Harvið avloysir 29-ára gamli klaksvíkingurin pápabeiggja sín

Beinir Johannesen kann kenna seg lættan á ymsan hátt, hóast ábyrgdin verður stór - ungi klaksvíkingurin tekur eftir ætlan formliga við fyri Aksel V. Johannesen tíðliga í næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen kann kenna seg lættan á ymsan hátt, hóast ábyrgdin verður stór - ungi klaksvíkingurin tekur eftir ætlan formliga við fyri Aksel V. Johannesen tíðliga í næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-08 15:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, tað kann eg gott vátta, at tað verður so.

Beinir Johannesen hevur annars ikki váttað nakað serligt fyri almenninginum seinastu dagarnar. Men tá Portalurin og FM1 spurdu samráðingarleiðaran, um vit kundu ynskja honum tillukku við løgmansembætinum, staðfesti formaðurin í Fólkaflokkinum tað.

- Tað er í hvørtfall nakað, sum man skal venja seg við. Tað er ein stór ábyrgd,  og ein uppgáva sum eg má taka á meg við virðing, sigur Beinir Johannesen.

Hoyr samrøðu við Beinir Johannesen, sum varð gjørd fyri løtu síðani, her

Sí eisini: Hesi sjey aðalráðini vera í nýggju samgonguni

[object Object]

[object Object]

Myndir: Stórfegnast um nýggju samgonguna

29-ára gamli klaksvíkingurin verður greitt tann yngsti løgmaðurin higartil, tá hann eftir ætlan formliga tekur við mánadagin 13. apríl. Hetta í ovasta embætinum í landsstýrinum hjá nýggju ABC-samgonguni, sum bert vantar samálutir fyri at endaliga vera í pottinum.

Pápabeiggin, Aksel V. Johannesen, var 42 ár, tá hann fyrstu ferð tók við sum løgmaður í 2015. Atli P. Dam var 38 ára gamal, tá hann gjørdist løgmaður í 1970. Fyriuttan Beinir Johannesen er Javnaðarløgmaðurin, sum samanlagt sat leingi, tann yngsti í løgmansembætinum.

Beinir Johannesen er fyrsti Fólkafloksformaður í yvir 22 ár - tann seinasti var Anfinn Kallsberg, sum sat frá 1998 til og við 2003.

[object Object]
Beinir Johannesen kom inn á ting sum 22-ára gamal í 2019 - tá yngst valda tingfólki í søguni. Í 2022 tók klaksvíkingurin við sum yngsti floksformaðurin, tá Fólkaflokkurin var í kreppu. Skjótt verður hann yngsti løgmaður higartil (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder