Tað var ikki mett at maðurin, ið varð tikin fyri at smugla hassj til Føroya týskvøldið, skuldi fyri dómara fyri at fáa hann fongslaðan.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tey valdu at lata viðkomandi leysan aftur seinnapartin í gjár.
Málið verður ikki mett at vera so álvarsmikið, at neyðugt er at fongsla viðkomandi, meðan tað verður kannað nærri og bíðað verður eftir at maðurin kann koma fyri rættin.
- Maðurin varð leyslatin, og so gongur tað sína vanligu gongd, sigur vaktleiðarin.
Talan var um ein útlendskan mann seinast í 40-árunum, sum varð avdúkaður fyri at royna at smugla umleið 100 gramm av hassji invortis til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald