Mentan

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur ársmøti leygardagin

Á fundinum har missiónsfólk í øllum ættarliðum og úr øllum landinum samlast, verður greitt frá gongdini í missiónsarbeiðinum

2026-04-09 15:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi leygardag bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík, har greitt verður frá um gongdina í missiónsarbeiðinum, og har missiónsfólk í øllum ættarliðum og úr øllum landinum samlast.

Seinnapartin klokkan 14 verða frágreiðingar um arbeiðið frá formanninum, Hera Kjærbo, og aðalskrivaranum, Jákup Brúsá, umframt fíggjarfrágreiðing, har ársroknskapurin fyri 2025 verður lagdur fram. Møguleiki verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.  

Eftir ein kaffisteðg verða seks stuttar framløgur, ið lýsa ymsar tættir av strategiska arbeiðinum í rørsluni, bæði lokalt og í felagsarbeiðinum:

  1. Spírar – bíbliuundirvísing til børn á netinum
  2. Praktisk tænasta – handaligt og andaligt arbeiði
  3. Volontørarbeiði í Íslandi (samrøða við Magnus H. í Hjøllum og Andrias Garðsá, ið eru ungdómsvolontørar í Íslandi)
  4. Døgurði til bygdafólkið á Skála
  5. Smábólkar í Fuglafirði
  6. Nýtt ungdómsarbeiði á Sandi

Aftaná eru øll boðin til nátturða.

Foreldur við smábørnum nýtast ikki at setast aftur, tí hóast frágreiðingar og framløgur seinnapart eru í høllini, verða tær eisini vístar á stórskíggja í matarsalinum. Har verður eisini ein spælikrókur gjørdur til tey minstu børnini.

Ársmøtið endar við einum sangmøti klokkan 19 og einum ungdómsmøti klokkan 21:30. Til sangmøtið verður ein framførsla frá bólkinum Tabitha og andakt við Pól Johannesen. Aftaná verður bjóðað til drekkamunn.

Dagurin endar við ungdómsmøti, har Durita F. Lamhauge syngur, og Alfred Olsen talar yvir evnið ’Hvar ert tú í tínum trúarlívi?’. Aftaná verður drekkamunnur.

Skráin sæst á www.mission.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder