Mentan

Undirshow: Konsert í Eysturoyartunnlinum

Herfinnur Árnafjall fer at syngja og Hans Petur í Brekkunum spæla afturvið á forkunnugari konsert í einum av pumpurúmunum undir Saltnesgrynnuni

2026-04-09 10:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður møguleiki at vitja í Eysturoyartunlinum.

Tá tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna korona bar ikki til at bjóða til nakað alment tiltak, har fólk sluppu at vitja hølini í tunlinum. Hetta verður nú møguligt 24. apríl.

Bussar fara at koyra úr Runavík og niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug framførsla við Herfinni Árnafjall, operasangara og Hans Petur í Brekkunum, sum spælir saxofon.

Tað er avmarkað atgongd, og neyðugt er at keypa atgongumerki til bussin á 190 krónur. Hetta kann gerast á atgongumerki.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder