Innanlands

Nýtt umfatandi smishing-álop

Fleiri hava í dag boðað løgregluni frá, at tey hava fingið følsk boð

2026-04-09 17:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri hava í dag boðað løgregluni frá, at tey hava fingið følsk boð við leinkjum, sum royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum.

Endamálið hjá brotsfólkunum er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening.

Í hesum sambandi kemur løgreglan við góðum ráðum.

- Trýst ongantíð á leinkir í SMS-boðum. Myndugleikar og peningastovnar biðja teg ONGANTÍÐ um at rita inn ella upplýsa loyniorð gjøgnum eitt leinki í einum SMS ella telduposti.

- Steðga á og hugsa teg um: Hevur tú havt nakað samskifti við sendaran í seinastuni? Væntaði tú at fáa hesi boðini? Hevur tú biðið um at fáa eitt leinki sendandi?

- Kanna heimasíðuna: Í staðin fyri at trýsta á leinkið, far so beinleiðis inn heimasíðuna hjá fyritøkuni.

- Kanna sendaran: Hygg at telefonnummarinum, teldupostinum og leinkinum. Ofta sær tað misvísandi út, hóast navnið á sendaranum sær rætt út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder