2026-04-10 08:00
Seinastu dagarnar hava verið fleiri fráboðanir um fólk, sum eru tikin av tollvaldinum við rúsevnum innvortis, og í gjárkvøldið hendi tað aftur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, ein føroyskur maður í 30unum varð steðgaður á Vága floghavn í gjárkvøldið.
Tað vísti seg, at viðkomandi hevði eina minni nøgd av rúsevnum innvortis. Hvussu nógv er ógreitt, men tað helst talan um undir 100 gram av hassji, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald