Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Streymoynni og Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt, upplýsir løgreglan.
Í Kaldbak varð ein bilførari tikin fyri at at koyra 119 kilometrar um tíman, og mist hann koyrikortið treytað. Norðanfyri Kaldbak fekk ein klipp fyri at koyra 110 kilometrar um tíman, norðanfyri Kollafjørð fekk ein treytaða frádøming fyri at koyra 117 kilometrar um tíman og millum Fjarða fekk ein treytaða frádøming fyri at koyra 115 kilometrar um tíman.
Umframt hetta fekk ein bilførari í Eysturoynni klipp fyri at koyra 75 kilometrar um tíman í bygdum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald