Innanlands

– Føgur orð, men tey verða ikki víst í verki

Javnstøðunevndin og Demokratia finnast at nýggju samgonguni fyri ikki at hava javnstøðu í landsstýrinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum á tíðindafundi hósdagin, har samgonguskjalið varð undirskrivað (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum á tíðindafundi hósdagin, har samgonguskjalið varð undirskrivað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-10 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bæði Javnstøðunevndin og Demokratia siga seg harmast um, at bert tvey av teimum sjey nýggju landsstýrisfólkunum eru kvinnur, hóast javnstøða er nevnd í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin skrivaðu undir í gjár.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava báðir valt ein mann og eina kvinnu í landsstýrið - Bárður á Steig Nielsen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Aksel V. Johannesen og Margit Stórá - meðan Fólkaflokkurin hevur valt tríggjar menn - Beinir Johannesen, Bárður á Lakjuni og Jacob Vestergaard.

Les eisini: Yvirlit: Málsøkjabýtið er 3-2-2 - fleiri nýggjar samansetingar

– Millum annað stendur, at ”Menn og kvinnur skulu í øllum lutum hava somu rættindi og møguleikar at luttaka í arbeiðs- og samfelagslívinum” og ” Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.”

– Men í sama viðfangi verður nýtt landsstýri skipað við fimm monnum og tveimum kvinnum, heldur enn við javnstøðu millum kyn.

– Samgongan slær síni egnu orð upp í glens. Ósvitaliga signalið frá nýggju samgonguni til okkum øll - heimabúgvandi og útisetar – er, at javnstøða skal altíð takast í álvara, uttan tá tað ræður um veruliga valdsbýtið, skrivar Javnstøðunevndin. Alt skrivið hjá Javnstøðunevndini kann lesast her.

– Heldur enn at sláa fast við sjeytummaseymi, og við grundarlagi í breiðum samstarvi tvørtur um politisku miðjuna, at javnstøða er vird í ovastu leiðslu landsins, ber nýggja samgongan okkum føgur men innantóm orð.

Demokratia sigur seg fegnast um "føgru orðini" um javnstøðu í samgonguskjalinum men "harmast um, at tey ikki verða víst í verki".

Eisini vísir Demokratia á, at kynsbýtið í nýggja landsstýrinum - 71 prosent menn og 29 prosent kvinnur - er ein stór afturgongd í mun til fráfarandi landsstýri, har kynsbýtið er javnt við trimum monnum og trimum kvinnum.

Samstundis fegnast Demokratia tó um, at kynsbýtið í løgtinginum verður eitt sindur frægari, nú fleiri kvinnur koma inn sum varafólk fyri tey, sum eru vald í landsstýrið. Talið á kvinnum í løgtinginum stendur til at fara úr 10 upp í 13. Skrivið hjá Demokratia kann lesast her.

Sí eisini: Video: Skuffandi at Fólkaflokkurin kemur út í landsstýrið uttan nakra kvinnu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder