Árliga Visit Faroe Islands átakið byrjaði í morgun, fríggjadagin 10 apríl. Hetta er 20. árið, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál. Hetta er eitt tað størsta tiltakið í Føroyum fyri útlendskum ferðasmiðum og tískil gleðast Visit Faroe Islands saman við vinnuni um árliga átakið.
Í ár luttaka í alt 120 fólk, harav 50 eru umboð úr 17 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. úr hinum Norðanlondunum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Kanada og USA. Í ár eru nærum allir ferðasmiðirnir nýggir, og sera áhugaði og jalig um at uppliva Føroyar.
Í ár er met sett nú 46 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru umboðaðar, fleiri av teimum eru nýggir útbjóðarar, sum eru við fyri fyrstu ferð, men eisini fyritøkur, sum hava verið virknar longi, eru við.
Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at økja um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.
– Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í ár bæði frá útlendsku og serliga føroysku fyritøkum. Nógvu nýggju luttakararnir bera boð um bjartskygni millum føroyskar ferðavinnuveitarar, og tað er at fegnast um, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
Silo er fyri fyrstu ferð karmur um verkstovuna, sum byrjaði klokkan níggju í morgun, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, sum Føroyar hava at bjóða. Seinni í kvøld er døgurði fyri luttakarunum, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.
Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.
Visit Faroe Islands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald