Samlaði føðitíttleikin í Føroyum var 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í 2025. Tað er ein munandi broyting frá 2024, tá ið føðitíttleikin var 1,9 børn fyri hvørja kvinnu. Tað er annað árið upp í slag, at føðitíttleikin hækkar. Árini frammanundan lækkaði føðitíttleikin nógv og í árunum frá 2022 til 2024 var hann lægri enn týðandi markvirðið á 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.
Hetta skrivar Hagstova Føroya.
Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini.
Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann lækkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,07 børn í 2022, og í 2023 fór hann fyri fyrstu ferð undir 2 við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum.
Tvey tey síðstu árini er føðitíttleikin hækkaður – fyrst upp á 1,91 børn í 2024 og í 2025 upp á 2,1 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.
Føðitíttleikin er grundaður á tal av føddum børn í mun til talið av kvinnum í burðarførum aldri frá 15 til 49 ár. Vøksturin í samlaða føðitíttleikanum frá 2024 til 2025 kemur serliga av, at fleiri børn vóru fødd, tí talið av kvinnum í burðarførum aldri er ikki broyttur stórvegis.
Tað vóru 642 børn fødd í 2025. Tað eru 50 fleiri enn í 2024. Vøksturin av føddum børnum var serliga millum kvinnur, sum áttu fyrsta barnið. Ein góður triðingur av børnunum í 2025 vóru fyrsta barn, og somuleiðis ein triðingur var annað barn. Í 2024 vóru 29 prosent av børnunum fyrsta barn, meðan 37 prosent vóru annað barn.
55.177 fólk í Føroyum
Hóast tað ikki vera fødd eins nógv børn í Føroyum, sum tað hava verið, so heldur samlaða fólkatalið áfram at vaksa.
1. mars búðu 55.177 fólk í Føroyum, og tað er hægst skrásetta fólkatal nakrantíð. Fólkatalið vaks við 510 seinasta 12 mánaða skeiðið, svarandi til ein vøkstur á 0,9 prosent.
Fólkatalið fór upp um 55.000 í februar, og heldur sostatt áfram at vaksa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald