Uttanlands

Samráðingar millum Ísrael og Libanon byrja týsdagin

Samráðingarnar vera í Washington D.C. við amerikonskum meklarum

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2026-04-11 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku verða samráðingar millum Ísrael og Libanon.

Samráðingarnar byrja týsdagin, og tær verða í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C., upplýsir skrivstovan hjá libanesiska forsetanum.

Ísrael váttar eisini, at landið fer undir friðarsamráðingar við Libanon týsdagin men leggur afturat, at vápnahvíld við Hizbollah ikki verður umrødd, skrivar Ritzau.

USA verður meklari millum londini, og samskifti hevur verið millum partarnar.

Her er talan um eina telefonsamrøðu millum sendiharrar í USA umframt amerikanska sendiharran í Libanon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder