Innanlands

ArtiCon ger klárt til nýggja býlingin við Stórutjørn

400 búeindir skulu vera í nýggja býlinginum

(Mynd: Articon)

(Mynd: Articon)

2026-04-11 17:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hendir ein rúgva í Hoyvíkshaganum. Arbeiðið við Stórutjórn gongur so mikið skjótt, at tað nú veruliga sæst, at fólk fara at búgva har um ikki so langa tíð.

Liðugt er at spreingja og grovplanera, og nú verða leiðingar lagdar og økið fínplanerað. Seinni í apríl verður farið undir at leggja fjarhitarør, tá tey koma til landið. Síðan verða kantsteinar lagdir, og at enda verður asfalterað, sigur Articon sum tekur sær av arbeiðinum.

Í býlinginum verða yvir 400 búeindir við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder