Uttanlands

Venstre luttekur í samráðingum mánadagin

Lars Løkke, formaður í Moderaterne vil hava borgarligu flokkarnar við í samráðingarnar

Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-11 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark eru stjórnarsamráðingar enn í gongd, og borgarligi flokkurin Venstre er nú boðin við til samráðingar mánadagin, boðar næstforkvinnan í flokkinum, Stephanie Lose frá.

Fríggjadagin boðaði formaðurin í miðflokkinum, Moderaterne Lars Løkke Rasmussen frá, at flokkur hansara ikki vildi luttaka á fleiri samráðingarfundum, um Mette Frederiksen, samráðingarleiðari og forkvinna hjá Socialdemokratiet ikki bjóðaði Venstre og De Konservative við til samráðingar.

Les eisini: Danmark í stjórnarloysi – Løkke vil hava borgarligu við

Sambært Ritzau hevur konservativi flokkurin enn ikki boðað frá, um hann er boðin til samráðingar, men forkvinnan, Mona Juul hevur sagt, at Troels Lund Poulsen, formaður í Venstre eigur at taka yvir sum samráðingarleiðari og royna at skipa eina borgarliga stjórn.

Higartil hevur Mette Frederiksen havt samráðingar við m.a. Enhedslisten, SF, Alternativet og De Radikale.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder