2026-04-11 12:12
Mánadagin 13. apríl klokkan 14 skipar Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku í Tinganesi í sambandi við, at nýtt landsstýri verður skipað.
Umframt almennu móttøkuna verða eisini høvi at hitta nýggju landsstýrisfólkini á móttøkum í ymsu stjórnarráðunum týsdagin 14. apríl, skrivar Løgmansskrivstovan.
Skráin fyri týsdagin 14. apríl er hendan:
- 09:00–09:50 Almanna- og bústaðamálaráðið (Undir Bryggjubakka 27)
- 10:00–10:50 Fíggjarmálaráðið (í Fíggjarmálaráðnum í Tinganesi)
- 11:00–11:50 Mentamálaráðið (Smæran)
- 12:00–12:50 Vinnumálaráðið (Kristnastova, Gongin 20)
- 13:00–13:50 Uttanríkis- og fiskimálaráðið (Loftsrúmið í Tinganesi)
- 14:00-14:50 Heilsu- og orkumálaráðið (Kopargøta 1)
Aðalstjórar bjóða vælkomin, fráfarandi og tilstundandi landsstýrisfólk siga nøkur orð og lata gávur, myndatøka v.m.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald