Friðarráðið, sum amerikanski forsetin, Donald Trump hevur sett á stovn, sonevnda "Gaza Board of Peace" hevur bert fingið ein lítlan brotpart av teimum pengunum - 17 milliardir dollarar, sum svarar til 108 milliardir krónur - sum tilsøgn varð givin um.
Tað siga ónevndar keldur sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters.
Endamálið við friðarráðnum var m.a. at taka sær av enduruppbygging av Gazageiranum.
Ein kelda sigur, at av teimum tíggju londunum, sum hava givið tilsøgn um fíggjarligan stuðul, er stuðul bert komin frá trimum londum - Sameindu Arabisku Emiratunum, Marokko og USA.
Fíggingin, sum higartil er komin í hús, er undir ein milliard dollarar. Upplýst verður, at kríggið móti Iran hevur havt sína ávirkan og gjørt trupulleikar viðvíkjandi fíggingini verri.
Í dagføring á sosialum miðlum í gjár avvísti friðarráðið tó, at tað hevur trupulleikar við fígging.
80 prosent av bygningunum í Gaza eru oyðilagdir undir krígnum millum Ísrael og Hamas, og sambært altjóða stovnum verður mett, at tað fer at kosta umleið 70 milliardir dollarar - 446 milliardir krónur - at byggja uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald