Innanlands

Koyrdu ov skjótt á Glyvursvegi

Tveir bilførarar fingu koyriforboð í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-12 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og gjørt ferðmátingar á Glyvursvegi á Argjum - eitt strekki, har nógvir bilførarar verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, og tað hendi aftur í nátt.

Mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman, men millum klokkan tvey og hálvgum trý í nátt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 94 og 86 kilometrar um tíman.

Undir vanligum umstøðum gevur hetta eina treytaða frádøming av koyrikortinum, men av tí at hesir bilførarar høvdu havt koyrikort í styttri enn trý ár, fáa teir koyriforboð, og skulu teir upp til nýggja teori- og koyriroynd, áðrenn teir sleppa at koyra aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder