Pápi Mary drotning, John Dalgleish Donaldson er deyður, boðar danska kongshúsið frá í morgun.
John Donaldson, sum sambært konshúsinum "leingi hevði verið merktur av aldri sínum", andaðist í Hobart á Tasmania, 84 ára gamal.
– Mítt hjarta er tungt, og tankar mínar eru gráar. Elskaði pápi mín er deyður, skrivar drotningin m.a. í fráboðanini.
John Dalgleish Donaldson varð føddur í skotska høvuðsstðanum Edinburgh 5. september 1941. Seinni flutti hann til oynna Tasmania sunnanfyri Avstralia, har Mary drotning bleiv fødd.
John Donaldson hevur lisið støddfrøði og alisfrøði í Edinburgh og fekk sær eina ph.d. frá universitetinum í Tasmania, har hann eisini gjørdist professari, deildarleiðari og dekanur.
Seinast drotningin vitjaði pápa sín var síðst í mars. Tá vóru kongshjúnini eisini á statsvitjan í Avstralia.
Skipað verður fyri privatum minningarhaldi seinni, skrivar danska kongshúsið.
![]()
John Donaldson í brúdleypi hjá dóttrini, Mary 14. mai 2004 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald