Uttanlands

Eingin avtala millum USA og Iran

Báðir partar eru farnir úr Islamabad, eftir at samráðingarnar endaðu uttan úrslit

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance luttók í samráðingunum í Pakistan (Mynd: EPA)

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance luttók í samráðingunum í Pakistan (Mynd: EPA)

2026-04-12 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hava samráðingar verið millum USA og Iran í pakistanska hvøuðsstaðnum, Islamabad, men samráðingarnar endaðu í dag uttan úrslit.

– Tað keðiliga er, at vit hava ikki gjørt eina semju, og eg haldi tað er verri fyri Iran enn fyri USA, sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sum hevur luttikið í samráðingunum vegna USA, sambært Reuters.

Formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammad Baqer Qalibaf, sum var við í iransku sendinevndini gevur USA skyldina fyri, at samráðingarnar endaðu úrslitaleysar.

– Í síðsta enda var hin síðan í hesum umfarinum ikki før fyri at vinna álitið hjá iransku sendinevndini, skrivar hann á X.

Umboðini fyri USA og Iran eru farin úr Islamabad.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder