Innanlands

- Hevur verið mín dreymur at fiskivinnumál og uttanríkismál hanga saman

Tí fiskivinnumál snúgva seg nógv um samráðingar nú, staðfestir Bárður á Steig Nielsen. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum skal samskifta tætt við løgmann um viðurskifti við Danmark

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-14 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen er aftur í landsstýrinum. Hesaferð er tað ikki sum løgmaður (2019-2022) ella sum landsstýrismaður (2004-2007, fyrsta ABC-samgongan).

Vestmenningurin skal standa á odda fyri uttanríksmálum og fiskivinnunini - nakað sum formaðurin í Sambandsflokkinum avgjørt heldur hoyrir saman.

Umframt hetta er royndi politikkarin varaløgmaður. Og í sambandi við samstarvi við Danmark, skal tætt samskifti vera millum hann og Beinir Johannesen. Eisini tá samráðast skal við Danmark um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir.

Hoyr Bárð á Steig Nielsen seta orð á leiklutin - og millum annað støðuna í mun til verjumál - ovast

[object Object]
Sirið Stenberg lat sessin - og eitt føroyskt flagg - til Bárð á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder