Innanlands

Fólkafloksformaðurin um landsstýrisfólk: Skilji væl atfinningarnar - hava nógv skilagóð og vælskikkaði fólk

Beinir Johannesen setur orð á tilgongdina við landsstýrissessunum og tað at koma í sín nýggja sess. Løgmaður skal millum annað umsita lógar- og familjumál. Sí samrøðu úr Tinganesi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-14 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja landsstýrið er uppá pláss og er farið til verka.

Á degnum har móttøkur vóru í seks aðalráðnum, tosaðu vit eisini við løgmann: Beinir Johannesen er farin til verka i Tinganesi.

Umframt fyrstu løturnar í sessinum, og hvat hann inniber, spurdu vit løgmann og formannin í Fólkaflokkin um raðfestingar floksins. Hetta tá landsstýrissessirnir skuldu ásetast.

Tríggir menn eru í landsstýrinum fyri Fólkaflokkin. Umframt løgmann eru teir Bárður á Lakjuni og Jacob Vestergaard. Flokkurin hevur tríggjar landsstýrissessir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, triðvald á lista A, hevur alment gjørt greitt, at hon illa dugir at síggja, hvussu man sá burtur frá henni.

- Eg skilji væl atfinningarnar, sum hava verið. Men tingbólkurin, ið velur landsstýrisfólk, hevur havt sínar raðfestingar, og vit hava nógv skilagóð og skikkaði fólk. Eisini fleiri onnur, sum ikki komu við í landsstýrið, staðfestir formaður fólkafloksins og løgmaður.

Beinir Johannesen staðfesti annars, at hann sum løgmaður skal hava lógarmál og familjumál undir sær. Tað var undir lógarmál, sum var nýtt aðalráð, størsta partin av seinasta tingskeið.

Hoyr samrøðu við Beinir Johannesen ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder