Innanlands

Steffan Klein Poulsen: - Eitt nátúrligt skifti sum fer fram

29-ára gamli hvannasundsmaðurin hevur avloyst Jenis av Rana sum formaður hjá Miðflokkinum. - Jenis fekk meg upp í politikk og er ein stór fyrimynd, hóast vit ikki hava verið samdir um alt

Á løgtingsvalinum 26. mars fór Steffan sendandi framvið táverandi formann floksins, sum eftir eitt frálíkt val í 2022 av álvara gekk aftur - nú hevur vaktarskifti verið ovast í Miðflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Á løgtingsvalinum 26. mars fór Steffan sendandi framvið táverandi formann floksins, sum eftir eitt frálíkt val í 2022 av álvara gekk aftur - nú hevur vaktarskifti verið ovast í Miðflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-15 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánakvøldið kunngjørdi Miðflokkurin tað, sum hevur verið á veg síðani beint eftir løgtingsvalið: At Steffan Klein Poulsen avloysir Jenis av Rana sum formann í flokkinum.

Steffan Klein Poulsen hevur, í samrøðu við Kringvarpið, sjálvur skýrt hetta sum eitt "staðfettskifti". Og í viðtalu við Árna Gregersen á FM1 í gjár, segði nýggi formaðurin hjá Miðflokkinum, at hetta er eitt "nátúrligt skifti". 

Og tað er eisini nakað serstakt, sigur hvannasundsmaðurin, sum í mánaðinum fyllur 30 ár, nú hann avloysir 73-ára gamla Jenis av Rana. Royndi politikkarin hevur verið formaður í Miðflokkinum síðani 1998 og fekk í 2019 Steffan Klein Poulsen.

- Jenis ringdi til mín tá og spurdi meg, um eg vildi stilla upp. Tá hugsaði eg, at "hetta var nakað, sum eg vil vera partur av".

[object Object]
Steffan Klein Poulsen í FM-rásarúminum seinnapartin í gjár. Har setti hann orð á støðu floksins og kósina frameftir (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur Steffan Klein Poulsen verið síðani: Fyrst sum samgongulimir og síðani sum andstøðulimir - nakað sum avgjørt er hvør sítt.

- Man skal nýta eina tíð at læra alt. Millum var tað veruliga sum at koma inn í maskinrúmið at vera partur av fíggjarnevndini síðsta valskeið.

Steffan Klein Poulsen var fyrst í tingbólki við Jenis av Rana og Bill Justinussen. Í 2022 yvirhálaði ungi norðoyingurin Bill, sum síðani fór úr flokkinum - og nú er í Fólkaflokkinum.

Á løgtingsvalinum 26. mars fór Steffan sendandi framvið táverandi formann floksins, sum eftir eitt frálíkt val í 2022 av álvara gekk aftur.  Steffan Klein Poulsen gekk aftur fram og varð toppskorari hjá Miðflokkinum við 701 atkvøðum: Jenis av Rana fekk 363 atkvøður.

Steffan Klein Poulsen staðfestir, at teir báðir eru nakað ymiskir - hann meira til høgru og Jenis meira til vinstru - men at høvuðsmálini eru tey somu, og at samstarvið allatíðina hevur verið gott.

Hoyr alla samrøðuna við Steffan Klein Poulsen her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder