970 milliónir krónur fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í Føroyum í tíðarskeiðinum frá apríl 2025 til mars 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar. Hetta er ein vøkstur á 7,5 prosent. Hetta skrivar Hagstovan í dag.
Størsti vøkstur í krónum átti bólkurin, sum í skipanini hjá Hagstovuni eitur "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða". Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í "botnfiskiveiðu", har lønirnar eru vaksnar við næstan 60 prosentum. Verður "botnfiskiveiða" løgd saman við "botnfiskiveiðu, sum er virkað umborð", eru útgoldnu lønirnar tilsamans 285 milliónir krónur størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta er á leið 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar.
Aðrar vinnugreinar við stórum lønarvøkstri í krónum eru "Heilsa- og Almannaverk", "Framleiðsluvinna" og "Flutnings- og goymsluvinna", við ávikavist 107, 95 og 90 milliónum krónum. Hesi eru ein vøkstur millum 5 og 8 prosent.
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum
Av útgoldnu lønini á 13,9 milliardir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent við 8,6 milliardum krónum.
Av vøkstrinum á 970 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 69 prosentum ella 670 milliónum krónum.
Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við 585 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 10 prosent, tá samanborið er við undanfarna tíðarskeið.
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin í krónum við 181 milliónum krónum ella 5,3 prosentum. Kvinnur undir privatum ræði høvdu tó lutfalsliga størri lønarvøkstur við 7,3 prosentum.
Størsti lønarvøkstur í Sandoynni
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki.
Búsitandi í Sandoyar øki hava havt nógv størsta vøkstur við 17 prosentum. Suðurstreymoyar øki hevði minsta vøkstur við 5,7 prosentum. Løntakarar búsitandi uttanlands eru ikki á kortinum. Hjá teimum er útgoldna lønin 2,6 prosent hægri í mun til undanfarna tíðarskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald