Í hátíðarligum kørmum í Odd Fellow-losjuni F1 Ambolturin varð eitt serligt kvøld hildið týskvøldið 14 apríl, tá tríggir brøður (t.e. limir í losjuni, -red.) vórðu heiðraðir fyri trúgva tænastu fyri Odd Fellow-ordanin gjøgnum fýra áratíggju.
Poul Pøhlsgaard, Torben Prior og Niels Boje Christensen, sum allir vórðu tiknir upp í apríl 1986, fingu handað 40 ára heiðurstekin fyri sítt trúfesti og virksemi í losjuni. Heiðurin varð latin í nærveru av familju, brøðrum úr Amboltinum og umboði frá donsku Stórlosjuni og Høvuðs-Patriarkunum úr báðum legunum nr. 6 “De Tre Søjler” og nr. 17 “Skibet”; legurnar er eitt stig omanfyri vanligu losjuna og teir tríggir heiðraðu brøðurnir eru við í nevndu legum.
Teir tríggir heiðraðu brøðurnir vóru við at leggja lunnar undir stovnanina av fyrstu føroysku Odd Fellow losjuni F1 Ambolturin, sum somuleiðis heldur 40 ára stovningardagin við stórfingnum hátíðarhaldi í heyst.
Hátíðarløtan var merkt av bæði virðing og felagsskapi, har røður og heilsanir løgdu dent á týdningin av trúfesti og teimum virðum, sum Odd Fellow-ordanin byggir á – vinarlag, kærleika og sannleika.
Odd Fellow-ordanin hevur røtur aftur til 18. øld í Bretlandi, og hevur síðani breitt seg um allan heim sum ein felagskapur, ið arbeiðir fyri brøðralagi, hjálpsemi og sosialum felagsskapi.
Losjan F1 Ambolturin í Tórshavn er ein partur av hesum altjóða felagsskapi, og hevur í mong ár verið eitt samlandi stað fyri brøður í Føroyum, har dentur verður lagdur á bæði persónliga menning og felags ábyrgd.
Kvøldið endaði við samveru, har brøður og gestir høvdu høvi at fagna teimum trimum heiðraðu og minnast teirra mongu ár í tænastu fyri losjuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald