Teir spæla blús úr mýrunum og kontri av víddunum. Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen hava konsert á Summar Festivalinum í ár.
Hvør sær eru teir kendir sum solistar og partur av bólkum. Nú hava teir funnið saman í samstarv, har teir spæla blús, kontri og eisini onkrar sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála.
Sangirnir eru bæði av amerikansku víddunum og úr føroyska bygdalagnum. Teir spæla tøkuløg hjá útlagnum hetjum og mýriblúsarum og sangir, ið teir sjálvir hava skrivað.
Her verður góður møguleiki at fara í vestin, lata seg í kovboyhattin og uppliva konsert hjá Sámali & Benjamin.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald