Innanlands

Helt ikki neyðuga frástøðu

Tað var ein bilur, ið rendi upp í bilin frammanfyri nærhendist rundkoyringina, sum var orsøk til at Eysuroyartunnilin mátti steingjast í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-04-16 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talan verður helst um eina skuldseting um ikki at hava hildið neyðuga frástøðu.

Orsøkin til, at Eysturoyartunnilin varð stongdur eina løtu í ringastu meldurtíð seinnapartin í gjár var, at ein bilur rendi upp í afturpartin á bilinum frammanfyri, tá hesin seinni slakaði ferðina nakrar fáar metrar frá rundkoyringini á veg inneftir.

Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið við pínu, men løgreglan hevur í morgun ikki vitan um, hvussu álvarsligur skaðin var.

Eftirspælið frá ferðsluóhappinum verður, at bilførarin í aftara bilinum fær eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at hava víst neyðugt ansni og havt neyðuga frástøðu til bilin frammanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder