Mentan

Lyon Hansen á Country Festivalin

'Kom heim við Mær', 'Summar nætur' og 'Leið 400' verða at hoyra á Dungasandi í summar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-16 09:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gøtumaðurin Lyon Hansen kemur at spæla á Country Festivalinum í Sørvági í summar. Tónleikur hansara sveimar í millum inniligan fólkatónleik, harðan elektriskan blues og væl svingandi country rútmur.

Í fjør kom nýggj útgáva 'Skull-sized Kingdom' út, og av hesi útgávu hava fleiri løg verið at hoyrt í miðlunum. Sangir sum ‘Summar Nætur’, ‘Leið 400’ og ‘Kom Heim við mær’ vera heilt sikkurt at hoyra, tá hann saman við bólki sínum, stígur á pall í Sørvági.

Við sær á pall hevur hann Kristian Paula Ellefsen á tangentum, Hjørtur Pætursson Háberg á trummum og Karl Andrias Stórá á bassi.

Country Festivalurin verður hildin í døgunum 11. til 13. juni. Atgongumerki fáast á www.country.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder