Á ársmøtinum hjá Heimamissiónini í Nesvík varð kunngjørt ein broyting í høvuðsstýrinum.
Ragnar G. Mortensen takkar fyri seg eftir 14 ár, meðan Martha H. Mýri úr Klaksvík er nývaldur limur í høvuðsstýrinum, sum er hægsti myndugleiki í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, har tey eisini lýsa nýggja nevndarlimin - strandakvinnuna í Klaksvík, sum er miðnámsskúlalærari og millum annað eisini lónleikaliga virkin:
- Martha er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum, er komin í missiónshúsið frá barnsbeini, og missiónsarbeiðið hevur fylgt henni alt lívið. Í dag starvast hon sum lærari í samfelagsfrøði á Miðnámi á Kambsdali, og í Klaksvík hevur hon í fleiri ár verið ein virkin partur av arbeiðinum í KFUM&K.Hon er forkvinna í KFUK í Klaksvík og er somuleiðis tónleikaliga virkin — millum annað sum sangari í kvinnukórinum Suð. Hon sat eisini í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni síðsta skeið.
Ragnar G. Mortensen fekk inniliga tøkk fyri drúgva og trúfasta tænastu gjøgnum hesi 14 árini ár. Ragnar er bústandi á Tvøroyri og hevur umboðað Suðuroynna í mong ár í evstu leiðsluni í Heimamissiónini. Hann er eisini virkin í staðbundna arbeiðinum í missiónshúsinum á Tvøroyri. Hann gjørdist partur av høvuðsstýrinum í apríl í 2012, skrivar Trúboðin
Í høvuðsstýrinum fyri Kirkjuligu Heimamissiónina sita nú:
- Heri Kjærbo, form. (Tórshavn)
- Bjarki Johannessen, næstform. (Toftir)
- Annelisa Rasmussen (Strendur)
- Hjalmar Hansen (Rituvík)
- Olga Magnussen (Lamba)
- Beinta Klein (Sandur)
- Hanus Thomsen (Strendur)
- Jógvan Garðsá (Tórshavn)
- Martha Mýri (Klaksvík)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald