Mentan

Teitur Skoubo ákærdur fyri harðskap - men var sligin í høvdið við glasfløsku

Var álopin í býnum og sló aftur. Hetta skal vera hent í fjørsummar

2026-04-16 17:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er langt síðan man hevur hoyrt nakað til hansara. Tann áður so nógv umrødda føroyska realitystjørnan, Teitur Skoubo.

Men í dag er hann aftur at síggja í donskum miðlum. Hann er ákærdur fyri harðskap í býnum í fjørsummar. Hann er eftir ákæruritinum at døma endaður í bardaga við tveir ungar menn eftir ein túr í býnum. Hetta skriva Ekstrablaðið og Se og Hør í dag.

30 ára gamli havnarmaðurin vann Paradise Hotel í 2019, men hevur síðan verið íblandaður í eitt mál um neyðtøku. Hann var dømdur í býarrættinum fyri neyðtøku, men fríkendur í landsrættinum.

Sligin í høvdið við glasfløsku
Tað var 8. juli í fjør, at hann mitt í Keypmannahavn brast saman við tveimum monnum. Eitt kjak bleiv til bardaga, har teir báðir menninir eru ákærdir fyri at hava givið Teiti Skoubo eitt nevaslag í andlitið umframt at hava sligið hann í høvdið við einari glasfløsku. Slagið frá glasfløskuni skal hava givið Teiti Skobo eina fliku í høvdið.

Teitur Skoubo skal síðan hava sligið aftur, og hann er ákærdur fyri harðskap, "simpel vold", og skal hava sligið ein av teimum máðum monnunum í andlitið við minst einum nevaslagið.

Umframt tað er Teitur eisini ákærdur eftir grein 247 í revsilógini, sum snýr seg um afturvendandi lógarbrot. Hann er í fleiri førum áður dømdur fyri harðskap.

Kann fáa forboð at fara í býin
Danskir miðlar skriva, at Teitur Skobo eisini kann fáa forboð at fara í býin, um hann verður dømdur sekur. Ákærumyndugleikin skjýtur upp at Teitur Skoubo fær forboð fyri at halda til í støðum, har alkohol verður selt. Hetta millum klokkan 23 og 05.

Í slíkum føri er tað rætturin, sum tekur støðu til, hvussu leingi eitt slíkt forboð skal vera galdandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder