Føroyski kokkalærlingurin Lassi Havsteinsson Klein, sum í næstum verður útlærdur sum kokkur á Søllerød Kro í Danmark, gjørdist nummar trý í Escoffier heimsmeistarakappingini fyri ungar kokkar, sum í gjár varð hildin í Paris.
Hetta var fyrstu ferð, at kokkur úr Danmark var við í hesi kappingini. Fyrr í vetur gjørdist Lassi vinnari í evropeisku Escoffier kappingini.
Pápi Lassa, Havstein Klein, skrivar á Facebook, at Lassi gjørdist nummar trý eftir ein kokkúr Fraklandi og ein úr Kina. Sambært uppslagnum var Lassi nøgdur við avrikið, men ‘onkrar óhepnar avbjóðingar vóru’.
Brian Mark Hansen, sum í 2022 gjørdist heimsins besti kommur í Bocuse d’Or kokkapappingini hevur verið lærumeistari hjá Lassa, og var eisini vegleiðari undir kappingini í Paris.
Í komandi viku fær Lassi Havsteinsson Klein sveinabrævið, tá hann hevur staðið kokkalæruna á Søllerød Kro.
-
Lassi Havsteinsson Klein saman við vegleiðaranum og lærumeistaranum Brian Mark Hansen (Mynd: Havstein Klein)
-
Lassi saman við foreldrunum, Beintu og Havstein Klein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald