Innanlands

Væntaði livialdurin hækkar hjá kvinnum og monnum - men munurin millum menn og kvinnur minkar

Væntaði livialdurin er hækkaður nógv seinastu fjøruti árini, bæði hjá kvinnum og monnum, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-18 19:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært nýggjari uppgerð frá Hagstovuni er væntaði livialdurin í Føroyum nú 84,1 ár hjá kvinnum og 81,9 ár hjá monnum.

Væntaði livialdurin er hækkaður nógv seinastu fjøruti árini, bæði hjá kvinnum og monnum.

Í 1985/86 var væntaði livialdurin hjá kvinnum 78,9 ár, meðan væntaði livialdurin hjá monnum var 73,2 ár.

Tá vit hyggja eftir væntaðum livialdri frá einum ávísum aldri — og ikki frá lívsbyrjan — so sær væntaði livialdurin øðrvísi út, skrivar Hagstovan.

Til dømis vóru eftirverandi liviár frá 65 árum máld til 22,0 ár hjá kvinnum og 20,2 ár hjá monnum í nýggjastu uppgerðini.

Tað gevur kvinnum ein samlaðan væntaðan livialdur á 87,0 ár og monnum ein samlaðan væntaðan livialdur á 85,2 ár. Tey kunnu tí vænta at liva ávikavist 2,9 ár og 3,3 ár longri enn tey kunnu vænta at liva frá lívsbyrjan.

Orsøkin er tann, at tey longu hava yvirlivað vandarnar, sum kunnu vera í yngri árum. Av hesari orsøk leggjast nøkur ár aftur at tí livialdri, sum annars er fyri ein yngri persón.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder