Í minsta lagi tvey handilsskip siga, at skotið hevur verið eftir teimum, meðan tey royndu at sigla gjøgnum Hormuzsundið, sum sambært iranska herinum varð stongt aftur í dag.
Tað siga tríggjar dulnevndar keldur innan sjótrygd og flutning við tíðindastovuna Reuters.
Sambært bretska UK Maritime Trade Operations, sigur ein skipari á einum tangaskipi, at tvey skip hjá iransku kollveltingarverjuni sigldu móti skipinum og lótu skot av uttan at geva nakra ávaring umvegis radio.
Skip og manning er trygg, og myndugleikarnir kanna málið, verður upplýst sambært Ritzau.
Seinasta samdøgrið eru ymiskar fráboðanir komnar um Hormuzsundið.
Fríggjadag seinnapart varð boðað frá, at Hormuzsundið var opið aftur, og síðani hava fleiri fráboðanir verið um, at skip vóru byrjað at sigla gjøgnum sundið. Í morgun upplýsti iranski herurin tó sambært altjóða miðlum, at sundið var stongt aftur fyri skipaferðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald