Átta føroyskar verkætlanir hava í ár fingið stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn.
Grunnurin hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Sermersooq kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum.
Á árliga fundinum, sum var í Nuuk herfyri, varð avgjørt at játta hesum føroyskum verkætlanum stuðul á tilsamans 300.000 krónur:
- Bogi Andreasen – listaframsýning í Reykjavík.
- Dagstovnurin Sólareygað - Nordplus, Breathe, and Create.
- Havnar Svimjifelag – Reykjavík International Games 2027.
- Meifríð Weihe Hansen - "Risin og Kellingin" framførdur á teknmáli.
- Tórshavnar jazz, fólka og blues festival 2027.
- Morgunkórið - konsertferð til Reykjavíkar.
- Havnar Bridgefelag - luttøka á bridgefestivali í Reykjavík.
- Havnar Tennisfelag - luttøka í kappingini Tennis Framá Áfram.
Verkætlanirnar fingu millum 15.000 og 65.000 krónur hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald