Uttanlands

Titanic-bjargingarvestur seldur á uppboðssølu fyri yvir fimm milliónir krónur

Tilsamans 344 lutir, sum høvdu tilknýti til Titanic vóru á uppboðssøluni í Englandi leygardagin

2026-04-19 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bjargingarvestur av skipinum Titanic varð leygardagin seldur fyri 670.000 pund - umleið 5,8 milliónir í okkara krónum.

Tað var auktiónshúsið Henry Aldridge and Son í Wiltshire í Englandi, sum stóð fyri uppboðssøluni.

Talan er um einasta bjargingarvestin hjá einum Titanic-ferðafólki, sum er seldur á uppboðssølu, skrivar Ritzau.

Mikudagin vóru júst 114 ár liðin, síðan vanlukkuna 15. apríl í 1912. Skipið, sum var ávegis til New York sigldi á eitt ísfjall og sakk. Umleið 700 fólk yvirlivdu hendingina, meðan umleið 1.500 fólk lótu lív.

Bjargingarvesturin, sum leygardagin varð seldur á uppboðssølu, var borin av Laura Mabel Francatelli, eitt ferðafólk á 1. flokki. Bæði hon og fleiri onnur, sum yvirlivdu skipsvanlukkuna, hava skrivað navn sítt á bjargingarvestin.

Mett varð, at søluprísurin fór at vera millum 250.000 og 350.000 pund, men sum áður nevnt, varð bjargingarvesturin seldur fyri væl meira enn tað.

Upplýst verður, at keyparin er savnari, men meira verður ikki sagt um, hvør hann er.

Bjargingarvesturin var ikki einasti Titanic-luturin, sum varð seldur á uppboðssøluni. Tilsamans 344 lutir - harav 15 stavaðu beinleiðis frá skipinum, meðan restin høvdu samband við søguna um Titanic - vóru til sølu.

Ein púta hjá handilsmanninum Richard William Smith, sum var eitt av ferðafólkunum, sum lat lív í vanlukkuni, varð m.a. seld fyri 390.000 pund - 3,4 milliónir krónur.

Eisini bleiv eitt ur, sum varð funnið á líkinum av einum ríkmanni, sum lat lív í vanlukkuni, selt fyri 180.000 pund - 1,6 milliónir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder