Bretski søgufrøðingurin og rithøvundurin Anna Keay hevur fingið til uppgávu at skriva ævisøguna hjá bretsku Elizabeth drotning, sum andaðist í september 2022, upplýsir bretska kongshúsið.
Elizabeth II gjørdist 96 ára gomul og sat 70 ár á trónuni.
Sambært bretskum miðlum, m.a. The Guardian, hevur sonur Elizabeth drotning, Charles kongur ynskt, at ein kvinna skuldi skriva ævisøguna.
Anna Keay, sum er mest kend fyri at lýsa Stórabretland í tíðarskeinum 1649 til 1660, hevur eisini skrivað fleiri bøkur um bretska kongshúsið. Hon sigur, at tað er ein stórur heiður at hava fingið hesa uppgávuna.
Í sambandi vi arbeiðið at skriva ævisøguna hjá drotningini, fær Keay atgongd til bæði persónlig og almenn skjøl hjá drotningini úr kongaliga savninum. Eisini fær hon møguleika at tosa við limir í bretska kongshúsinum, og vinfólk og starvsfólk hjá drotningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald