Farna mánadag varð nývalda tingið sett, og í morgin kemur tingið aftur saman at velja nevndir.
Sjey limir og sjey varalimir skulu veljast í Fíggjarnevndina, Uttanlandsnevndina, Vinnunevndina, Trivnaðarnevndina, Mentanarnevndina, og Rættarnevndina.
Tríggir limir og tríggir varalimir skulu veljast í Landsstýrismálanevndina, fýra løgtingsgrannskoðarar skulu veljast, og eisini skulu limir veljast til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið, sum skulu hava ávikavist tveir og seks limir úr Føroyum.
Á seinasta løgtingsfundi varð nýggi formansskapurin í løgtinginum valdur.
Sí eisini: Myndir: Nýggja tingið sett
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum er nýggjur løgtingsformaður, meðan næstforfólkini eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald