Innanlands

Størsti spenningurin er um forfólkasessin í Fíggjarnevndini

Navn skal setast á limir í sjey ymiskum nevndum í dag, umframt at umboð til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið skulu finnast. Sum skilst hava telvingarnar ikki gingið sum smurt - tingfundurin byrjar klokkan 11

Tað ljóðar, at tað liggur millum A og B í

Tað ljóðar, at tað liggur millum A og B í "stríðnum" um fíggjarnevndasessin - so er spurningurin, um tann flokkurin, sum ikki fær ovasta sessin í Fíggjarnevndini ístaðin fær høvuðssæti í Vinnunevndini. Flokkarnir hava sum skilst havt nakað tvørligar telvingar um sessir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-20 06:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir loknar samgongusamráðingar og ásetan av aðalráðum og landsstýrisfólkum, hevur telvingin hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum seinastu tíðina snúð seg um nevndarsessirnar í Løgtinginum.

Alt bendir á, at samgonguflokkarnnir fáa allar forfólkasessirnar. Men tað hevur ikki verið lætt at blanda kortini, so øll eru nøkulunda nøgd. Sum skilst sótu flokkarnir og telvaðu seint í gjárkvøldið, og spurningurin er, um alt er komið uppá pláss nú.

Tað munnu eisini hava verið telvingar innanhýsis í flokkinum.

Forfólkasessirnir hava størstan týdning fyri flokkarnar, og tað man vera tann í Fíggjarnevndini, sum dregur mest. Hendan sat Eyðgunn Samuelsen hjá Javnaðarflokkinum í undir seinastu samgongu.

Tað er ógvuliga ósannlíkt, at Javnaðarflokkurin fær hendan aftur: Minsti flokkur í samgonguni og hann hevur landsstýrismannin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen.

Tað ljóðar, at tað liggur millum A og B. Síðani kundi tað hent seg, at tann flokkurin, sum ikki fær ovasta sessin í Fíggjarnevndini ístaðin fær høvuðssæti í Vinnunevndini, men har vil Javnaðarflokkurin eisini fáa stóra ávirkan.

Byrjar klokkan 11

Alt hetta vera vit klókari uppá seinni í dag.

Tingfundurin byrjar klokkan 11 við val av nevndum.

Sjey limir og sjey varalimir skulu veljast í Fíggjarnevndina, Uttanlandsnevndina, Vinnunevndina, Trivnaðarnevndina, Mentanarnevndina, og Rættarnevndina.

Tríggir limir og tríggir varalimir skulu veljast í Landsstýrismálanevndina, fýra løgtingsgrannskoðarar skulu veljast, og eisini skulu limir veljast til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið, sum skulu hava ávikavist tveir og seks limir úr Føroyum.

Dagsskráin, mánadagur, 20. apríl 2026, kl. 11:00
1Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini
2Val av umboðum í Norðurlandaráðið
3Val av umboðum í Útnorðurráðið
4Val av løgtingsgrannskoðarum
5Val av nevningagrundlistanevndum
6Framløga

Portalurin og FM1 vera til staðar í tinginum og hava ymiskt tilfar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder