Innanlands

Drongur innlagdur eftir ferðsluóhapp

Í gjár skrásetti løgreglan fýra ferðsluóhapp. Í einum føri endaði ein átta ára gamal drongur á sjúkrahúsinum, eftir at hann var árendur av einum bili. Hann fekk tó ikki lívshættisligar skaðar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-20 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár skrásetti løgreglan fýra ferðsluóhapp ymsastaðni í landinum.

Í Norðdepli var ein ungur prutlførari, sum koyrdi út fyri ein bil. Eingin fólkaskaði var men bert materiellur skaði, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at prutlførarin hevði ikki aldur til at koyra prutl, og fær eigarin av prutlinum helst eina bót fyri at loyva viðkomandi at koyra.

Eitt annað lítið ferðsluóhapp hendi á Tvøroyri, tá ein bilur bar við ein annan. Talan var ikki um nakað álvarsligt.

Í Suðurstreymoy var eitt ferðsluóhapp, har eitt barn á súkklu bleiv árent av einum bili. Talan var um ein átta ára gamlan drong. Hann bleiv innlagdur, men fekk ikki lívshættisligar skaðar. Súkklan endaði undir bilinum, og drongurin endaði uppiá

Seinasta ferðsluóhappið á degnum var í Sandoynni, har ein bilur koyrdi út av vegnum. Í hesum førinum er illgruni um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder