Tingfundurin verðrur tikin upp aftur klokkan 15.30, og nú er greitt, hvussu nevndirnar eru býttar.
Portalurin hevur fingið váttað, at hetta býti verður í mun til forfólk - samgongan fær øll:
Fólkaflokkurin:
Uttanlandsnevndin, Trivnaðarnevndin, Rættarnevndin
Sambandsflokkurin:
Fíggjarnevndin og Landsstýrismálanevndin
Javnaðarflokkurin:
Vinnunevndin og Mentanarnevndin
Nøvn verða alment sett á um eina løtu, men vit kunnu nú avdúka, at Helgi Abrahamsen fær tyngsta og á pappírinum mest týdningarmikla forfólkasessin í Løgtingsnevndunum: Tann í Fíggjarnevndini.
Helgi Abrahamsen heldur eisini fram sum tingbólkaformaður.
Javnaðarflokkurin hevur havt sítt uppá pláss eina góða løtu: Ben Arabo, sum kom brakandi inn í politikk, fær ovasta sessin í Vinnunevndini, meðan fyrrverandi landsstýriskvinnan, Súsanna Bertholdsen verður forkvinnan í Mentanarnevndini.
Eyðgunn Samuelsen verður tingbólkaforkvinna hjá Javnaðarflokkinum
Vit kunnu ikki seta navn á, hvussu forfólkasessirnir í Fólkaflokkinum eru býttir. Tó sær tað út til, at í øllum førum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fær ein forfólkasess ella annan høgan nevndar, og at Jørgen Niclasen verður tingbólkaformaður. Hetta er tó ikki staðfest enn.
Meira úr tinginum seinni
Dagført 15.35: Tingfundurin er aftur niðurlagdur í eitt korter - tað mangla tey seinastu nøvnini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald