2026-04-21 07:55
Aftur í ár skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn flaggdagin 25. apríl.
Flaggdagshaldið verður leygardagin seinnapartin klokkan 15 á Vaglinum.
Havnar Hornorkestur gongur saman við skótunum í Havn skrúðgongu úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Brynhild Thomsen, journalistur og samskiftisfólk, heldur flaggrøðuna.
Brynhild var í fleiri áratíggju aktualitetsjournalistur á bløðum og í kringvarpi. Í dag er hon samskiftisfólk á Fróðskaparsetri Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald