Seinnapartin í dag lata hølini "Hjá Judith" upp á Heiðavegi 53 í Saltangará, við spennandi framsýning hjá listamanninum Finleif Mortensen.
Navnið "Hjá Judith" er søguligt á Runavíkar-leiðini. Judith Johannessen var í nógv ár tann, sum mundi taka flest allar myndir fyri eysturoyingar og onnur í økinum rundanum, tá okkurt serligt skuldi gerast burturúr, so sum vígslumyndir, jólamyndir, skúlamyndir og serstøk høvi. Og Fotomiðstøðin hjá Judith var staðið, har man fór at keypa sínar 24 stk ella 36 stk filmar áðrenn summarferiuna, og spent(ur) heintaði tær nakrar vikur inn í skúlaárið, fyri at vita um ikki onkur góð mynd mundi vera ímillum.
Judith er fødd Berg Olsen og vaks upp á Toftum. Í 1961 giftist hon toftamanninum Karl Johannessen, og búðleikaðust tey fyrstu trý árini í Havn, har hann lærdi til timburmann og hon hjá Bambus Foto. Eftir lokna útbúgving búsettust tey á Toftum.
Í 1970’árunum bygdu Karl og bróðurin Hjalmar bygningin á Heiðavegi 53, og í 1979 byrjaði Judith egið myndavirksemi í innara (norðara) partinum av bygninginum undir navninum "Fotomiðstøðin". Hetta má sigast at vera bæði slóðbrótandi í sjálvum sær, og heilt einastandandi fyri eina unga kvinnu við trimum børnum, manni og heimi í sjeyti-árunum. Judith arbeiddi í og fyri sítt lívsverk so leingi hon orkaði, og helst nakað væl afturat.
Í 2008 yvirtók seinasti lærlingur hennara, Sunrið í Gong, virksemið, sum hon koyrdi víðari á staðnum í nøkur ár. Sunrið er framvegis virkin sum myndakvinna aðrastaðni í landinum.
Við navninum "Hjá Judith" verður heiður og virðing víst hesi lokalu megnarkvinnu og slóðbrótara innan føroyska myndalist og -vinnu. Hølini liggja mitt í býnum, eru lætt atkomilig við góðum parkeringsmøguleikum, og kunnu leigast og nýtast til alt hugsandi virksemi í passandi stødd.
Finleif Mortensen er føroyskur listamaður, ið málar abstraktar oljumálningar við vøkrum litum og einføldum landsløgum. Hann leggur dent á at fanga huglagið og rútmuna í náttúruni, serliga úr Norðoyggjum og Streymoynni. Finleif hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur givið út myndabók úr føroysku fjøllunum.
Framsýningin og hølini lata upp seinnapartin klokkan 15, og verður opið klokkan 15 til 18 allar dagarnar til og við fríggjadagin. Listamaðurin verður til staðar allar dagarnar undir framsýningini.
Útvarpsstøðin Aldan, sum húsast í sama bygningi, verður til staðar til upplatingina, og vera samrøður við listamannin og við fólk við vitan um søguna á staðnum og onnur, at hoyra seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald