Føroya aasøla hevur júst gjørt avtalu við Chery Group. Tað merkir, at Føroya Bilasøla nú verður umboð fyri kinesisku bilamerkini Omoda og Jaecoo í Føroyum.
Avtalan er eitt týðandi framstig og ber við sær, at tvey av teimum mest umrøddu bilmerkjunum á heimsmarknaðinum nú verða at finna á føroyskum vegum, skrivar Føroya Bilasøla í tíðindaskrivi.
Fyri Føroya Bilasølu er eingin ivi um týdningin:
- Hetta er risastórt fyri okkum – og man vera størsta avtalan, vit nakrantíð hava fingið í lag. At kunna bjóða Omoda og Jaecoo í Føroyum merkir ikki bara, at vit víðka um úrvalið – vit víðka eisini um møguleikarnar hjá føroyska bilkeyparanum, sigur Adam Andreasen, stjóri á Føroya Bilasølu.
Omoda og Jaecoo hava upp á stutta tíð vakt stóran ans úti í heimi við nútímans sniði, framkomnari tøkni og kappingarførum prísum. Umframt tað bjóða bæði merkini 7-ára garanti.
Omoda er kent fyri sítt futuristiska snið og serliga atliti at tøkni, meðan Jaecoo er tiltikið fyri SUV-modellini, sum sameina luksus og off-road eginleikar.
Um Føroya Bilasølu
Føroya Bilasøla er ein av nýggjastu bilasølunum í Føroyum. Fyritøkan bjóðar bæði nýggjar og brúktar bilar, leigubilar og hevur egnan verkstað. Sum umboð fyri Omoda og Jaecoo fevnir úrvalið um bilar, ið sameina nútímans snið, tøkni og álítandi góðsku. Føroya Bilasøla heldur til á Hjalla 40.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald