Leygardagin 25. apríl klokkan 16.00 verður flaggdagshald á Giljanesi.
Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari. Gingið verður fyrst - bæði úr Miðvági og úr Sandavági.
- Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgongu úr Miðvági og Sandavági. Byrjað verður at ganga úr Miðvági klokkan 15.30, hetta frá bygdaskúlanum, og frá Virkishúsinum við Ánna í Sandavági klokkan 15.40
Inni á Giljanesi spælir Sørvágs Tónleikarafelag, og Bjarni Prior, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
Tað er Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, sum heldur sjálva flaggdagsrøðuna.
Eftir flaggdagsrøðuna verður kvøldskúlaframsýningin. Beinir Bergsson, kvøldskúlaleiðari letur kvøldsskúlaframsýningina upp, og Virkishúsið við Ánna fer at hava opnar verkstovur fyri børn og ung.
Skótaliðið selur vafflur og kaffi eins og undanfarin ár, skrivar vaga.fo.
Í ár eru 86 ár liðin síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald