Leygardagin 2. mai verður Umhvøvisvikan 2026 sett í gongd á Vaglinum í Havn viðeini fjølbroyttari og áhugaverdari skrá.
Setanin verður klokkan 11:00, og tað verður Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, sum setur vikuna.
Plantið eitt træ
Vikan byrjar við vælumtókta tiltakinum Plantið eitt træ, har Tórshavnar kommuna letur húskjum ókeypis plantupakka. Samstundis verður ein ókeypis súkkluverkstaður á Vaglinum til smærri viðlíkahald og ein marknaður við ymiskum stuttfluttum tilfari og spøl til børn at spæla.
Á Býarbókasavninum skipa tey fyri klædna-, plantu og og pultispælumbýting og verkstovu, har tú kanst læra at knýta amplar.
Nógv spennandi á skrá alla vikuna!
Skráin fyri vikuna er nú almannakunngjørd, og tað verða nógv fjølbroytt og spennandi tiltøk frá 2. til 9. mai.
Eitt nú verður stórur familjudagur í Norðurlandahúsinum sunnudagin, kvøldseta í Kirkjubøar kirkju mánakvøldið, tiltak á kommunalu brennistøðini um at skilja rusk týskøldið, matmentanartúrur í Nólsoy og filmur í Havnar bio mikukvøldið, høsnaverkstova á Hvítanesi fríggjakvøldið og vikan endar við almenna ruddingardegnum leygardagin fyri allar borgarar, fyritøkur og feløg.
Grøna kvøldið
Afturat tí verður árliga Grøna kvøldið í Auluni í Finsen hóskvøldið. Kristianna W. Poulsen bjóðar vælkomin og Jensina Brodersen fer at greiða frá sambandinum millum náttúru, menniskja og heilsu. Ein stuttur filmur verður sýndur, umhvørvisstuðulin kunngjørdur og virðislønir lætnar. Kvartettin Vibra spælir og okkurt gott til góman verður at fáa. Eitt hugnaligt og kveikjandi kvøld.
Samanlagt er umhvørvisvikan ein vika, har sjóneykan verður sett á umhvørvið, so borgarar og fyritøkur kunnu fáa kunning og vegðleiðing til ein grønari livihátt, og soleiðis standa saman um grønu framtiðina.
Øll tiltøkini hesa vikuna eru ókeypis, og til ber at síggja skránna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo, og at fylgja við á Facebook-síðuni, Umhvørvisvikan.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald