Løgtingið: Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Løgtingsgrannskoðararnir, sum vóru valdir í gjár, eru:
Fróði Magnussen fyri Fólkaflokkin
Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin
Jóhannis Joensen fyri Javnaðarflokkin
Bjørg Brynhildardóttir Egholm fyri Tjóðveldi
![]()
Uppgávan hjá løgtingsgrannskoðarunum er m.a. at leggja landsroknskapin fyri Løgtingið, saman við sínum viðmerkingum. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu eisini áleggja Landsgrannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið tey vilja hava lýst.
Nýggjur formaður er Fróði Magnussen og næstformaður er Erhard Joensen.
Sí eisini: Nevndirnar eru nú ásettar (yvirlit)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald